FSF roynir at fáa landsdystin millum Føroyar og Ukraina fluttan til august mánað, tí tað er ikki spælandi á Svangaskarði.
Øll londini í okkara EM-bólki eru spurd um flytingina, og tey hava øll svarað.
UEFA sendir nú eitt umboð til Føroya at kanna vøllin, og hetta umboð skal so gera eina meting av, um tað verður spælandi leygardagin ella ikki.
UEFA umboðið skal kanna vøllin í morgin, og verður endalig støða tikin til spurningin í seinasta lagi kl. 19.00 í morgin.