UEFA revsar Mourinho hart

Real Madrid venjarin hevur fingið eitt fimm dystar langt leikbann frá UEFA, fyri óhóskandi viðmerkingar um UEFA og Barcelona. Tað var eftir fyrru hálvfinaluna í Champions League á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid, at José Mourinho setti spurnartekin við UEFA og Barcelona. Hann vildi verða við, at UEFA hevði í sinni at fáa Barcelona so langt sum gjørligt. Hann segði eisini, at Champions League gullheiðursmerkið hjá Barcelona frá 2009 ikki var vunnið á rættvísan hátt. Hann megnaði eisini at fáa UNICEF, sum Barcelona lýsir við á troyggjuni, íblanda.

 

Tað fall ikki í góða jørð hjá UEFA og Barcelona. Nú hevur UEFA gjørt av at geva José Mourinho leikbann í fimm dystir, umframt eina bót upp á góðar 400.000,- krónur. José Mourinho hevur longu siti fyrsta dystin yvir, tá Real Madrid spældi seinnu hálvfinaluna á Nou Camp, meðan fimti og seinasti dysturin er treytaður í trý ár. Sostatt skal ?The Special One? sita yvir tríggjar teir fyrstu dystirnar komandi ár í Champions League bólkaspælinum.

 

Real Madrid hevur eisini fingið eina bót upp á 150.000,- krónur fyri ósømuligan atburð á áskoðaraplássinum. Eykamálverjin hjá Barcelona, José Pinto, sum varð útvístur í hálvleikinum í sama dysti, hevur fingiðleikbann í tríggjar dystir.