Í dag hava mynduleikarnir í Sveis rannsakað høvðuskontórið hjá UEFA í Nyon. Tað hendir eftir avdúkingar í Panamaskjølunum, sum vísa at ávísar fyritøkur hava tjent nógvar pengar upp á at selja sjónvarpsrættindi.
Les meira:FIFA forsetin nevndur í Panamaskjølunum
Serliga er tað Cross Trading fyritøkan, sum hevur vunnið nógvan pening við at víðari selja sjónvarpsrættindi til Champions League í eitt nú Ekvador. Tað er í sáttmálanum fyri kappingarárið 2006/07 og 2008/09, at Gianni Infantino, táverandi leiðarin í løgfrøðligu deildini hjá UEFA, og nú FIFA forseti, hevur undirskrivað sáttmálarnar við Cross Trading.
Eigarin av felagnum, Cross Trading, ið keypti rættindini, Hugo Jinkins, er ákærdur av amerikanskum myndugleikum fyri mutur í samband við keyp av júst fótbóltsrættindum
UEFA, sum er fótbóltssamgongan í Evropa, hevur í tíðindaskrivi í dag boðað frá, at felagskapurin ætlar at samstarva við mynduleikarnar. Somuleiðis viðgongur UEFA, at felagskapurin ikki hevur grundigur nokk, tá tað bleiv sagt, at UEFA ikki hevur havt samband við Hugo Jinkins.
Enn er ongin ábending um, at FIFA forsetin hevur gjørt nakað skeivt. Helst verður meira at lesa um málið í nærmastu framtíð.










