UEFA noktar at útflýggja skjøl

Hetta framgongur av skrivi, sum er hjálagt kunningini, sum meirilutin í FSF hevur sent formonnunum í føroysku feløgunum.

Í skrivinum - sum annars er stílað til Høgna í Stórustovu - sigur Peter Limacher, at hann er bilsin um, hvussu nógv føroyskir fjølmiðlar hava fingið at vita um málið, og vil hann tí ikki útflýggjað skjøl.

Hann endar brævið við at siga, at hetta verður gjørt fyri at verja Ísak Mikladal, sum er høvuðspersónur í málinum, og at tað tí verður upp til aðalskrivaran at gera av, um hann útflýggjar skølini ella ikki.