UEFA noktar at heiðra tey dripnu í Istanbul

Við løgnari grundgeving hevur UEFA sýtt at minnast offrini í Istanbul til komandi EM-dystirnar.

Týsdagin var eitt herviligt terroristálop á flogvølli í turkiska høvuðsstaðnum, Istanbul, sum kravdi heili 36 mannalív. Higartil eru eisini 148 fólk, sum eru løstað.

 

Komandi dagarnar eru fýra fjórðingsfinalur í EM-endaspælinum í Fraklandi á skránni. Upplagt hevði verið, at leikarar og áskoðarar hildu tøgn í ein minutt áðrenn dystarbyrjan fyri at minnast tey farnu í Istanbul. Men hetta fer ikki at henda, og grundgevingin fyri tí má sigast at vera nakað løgin.

 

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, segði í gjár, at orsøkin til, at offrini ikki klárt og týðiliga verða heiðrað í EM-endaspælinum er, at Turkaland ikki luttekur í kappingini longur. Turkarnir endaðu nummar trý í bólki teirra, men hetta rakk ikki til at spæla seg víðari.

 

Sostatt sigur UEFA eisini, at hevði Turkaland framvegis verið við í kappingini, so hevði tað ikki verið nakar trupulleiki at minst offrini í Istanbul.

 

Fyrsta fjórðingsfinalan í EM-endaspælinum fer av bakkastokki í kvøld, tá ið Portugal og Pólland spæla.