Evropesiska fótbóltssambandið, UEFA, hevur í dag boðað frá, at tað verður møguligt at gera fimm útskiftingar í landsdystum og liðdystum í evropesiskum fótbólti restina av hesum kappingarárinum. Tað vanliga talið hevur verið tríggjar útskiftingar í hvørjum dysti, men seinnu árini er tað broytt til fýra útskiftingar, tá liðini skulu spæla longda leiktíð, sum er tvær ferðir 15 minuttir.
Sum skilst, so merkir hetta at KÍ og B36 í kvøld kunnu gera fimm útskiftingar, og tað verður lov restina av kappingarárinum. Hetta kemur eisini at verða galdandi fyri landsliðið, sum í næstum skal spæla móti Lettlandi og Andorra á Tórsvølli.
Hetta bleiv av fyrsta sinni gjørt eftir koronasteðgin, tí dystirnir blivu so nógvir upp á stutta tíð, umframt at venjingarumstøðurnar og venjingarstøðan ikki var so góð. Nú heldur UEFA fast í broytingini, tí aftur í ár eru avbjóðingar við óvanliga nógvum dystum upp á stutta tíð.