UEFA kannar rasistiskan tilburð

UEFA fer nú at kanna um áskoðarar hava brúk rasistiskan málburð mótvegis Mario Balotelli og kekkiska Theodor Gebre Selassie.

 

Tað er eitt spanskt fjepparafelag, sum hevur boðað frá at nøkur av teirra viðhaldsfólkum brúktu rasistiskan málburð í dystinum móti Italia, skrivar BBC í dag.

 

Eisini kekkiski verjuleikarin, Theodor Gebre Selassie, hevur sagt við tíðindafólk, at hann legði merki til rasistisk róp mótvegis honum í dystinum móti Russlandi.

 

UEFA sigur í einum tíðindaskrivi, at tað nú verður sett ein kanning í verk fyri at staðfesta hvat er farið fram. Hvørki Italia ella Kekkia hava sent UEFA eina klagu, men tað hevur ein felagskapur, ið arbeiður ímóti rasismu, sum hevur tikið málið upp og sent tað til UEFA.

 

Ein talsmaður fyri fótbóltsfjeppara í Evropa sigur sambært BBC, at tað vóru eini 200 sponsk viðhaldsfólk, ið gjørdu apuljóð tá Mario Balotelli hevði bóltin. Talsmaðurin legði afturat, at fleiri av hinum sponsku viðhaldsfólkunum vístu sína ónøgd við rasistiska atburðin og royndu at steðga tí.

 

Holland upplivdi eisini at rasistisk róp vóru at hoyra til eina opna venjing undan dystinum móti Danmark. UEFA vil nú hava fleiri trygdarfólk til tær opnu venjingarnar, so hetta ikki endurtekur seg.