UEFA kannar Gattuso

 

AC Milan miðvallarin, Gennaro Gattuso, kann vænta sær eitt longri leikbann, eftir at hann í gjár stútaði ein av Tottenham venjarunum. Tottenham vann í gjár ein flottan 1-0 sigur á AC Milan í fyrru 1/8 finaluni í Champions League á San Siro leikvøllinum í Milano. Dysturin hevur tó fingið eitt eftirspæl, sum ikki hoyrir heima í fótbólti. Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, fór Gennaro Gattuso, sum var liðskipari hjá AC Milan, beina leið yvir til Joe Jordan, ið er ein partur av venjaratoyminum hjá Tottenham og fyrrverandi AC Milan leikari. Eftir stuttan orðadrátt stútaði Gennaro Gattuso Tottenham venjaran í andlitið.

 

- Eg eri keddur av at eg stútaði hann og tað er mín ábyrgd. Eg havi ikki trupulleikar við nøkrum av Tottenham leikarunum, men eg havi ein trupulleika við Joe Jordan, segði Gennaro Gattuso eftir dystin.

 

Tað var eftir at fyrrverandi Arsenal miðvallarin, Mathieu Flamini við báðum beininum uppfrá og knoppinum fyrst, taklaði Tottenham verjuleikara, sum mátti berast av vøllinum, at heitt gjørdist millum Gennaro Gattuso og 59-ára gamla Joe Jordan. Teir skeldaðust eina løtu og so skumpaði italiumaðurin Joe Jordan burtur.

 

- Joe Jordan rópti og bannaði eftir mær allan dystin. Hann er úr Skotlandi og eg havi spælt í Skotlandi, so vit tosaðu á skotskum. Eg fari ikki at avdúka hvat vit søgdu, sigur Gennaro Gattuso víðari.

 

Eftir dystin helt orðadrátturin millum teir báðar fram, til Gennaro Gattuso valdi at stúta Joe Jordan. Tað gjørdist rokaligt og UEFA fer nú at hyggja nærri at støðuni.

 

- Av ein ella aðrari orsøk stakk hann høvdið upp í andlitið á Joe Jordan. Tað var púra ørt. Hann fór ov langt í dystinum, men fyri meg, so var taklingin hjá Mathieu Flamini tað ringasta, sigur Tottenham venjarin, Harry Redknapp.

 

Gjøgnum allan dystin var italski HM vinnarin frá 2006 upp at koyra. Tað kókaði eisini yvir hjá honum, tá hann fekk gult kort, tí tað merkir, at hann ikki verður við í retur dystinum í London. Hann bankaði nevan fleiri ferðir í vøllin. Eisini Peter Crouch, ið skjeyt avgerandi málið, var fleiri ferðir í hornatøkum við miðvallarin.

 

59-ára gamli Joe Jordan er eisini kendur sum ?Jaws? eftir kenda skurkinum í James Bond filminum. Tað var í dysti fyri eykaliðið hjá Leeds, at hann gjørdi so nógv av, at hann misti fýra tenn. Hann spældi í síni tíð við millum annað Leeds, Manchester United og AC Milan.