UEFA ákærir Cristiano Ronaldo

Champions League: Cristiano Ronaldo er í vand fyri at fáa leikbann

UEFA hevur í dag kunngjørt, at Cristiano Ronaldo nú er ákærdur fyri óhøviskan atburð, tá hann fegnaðist um 3-0 sigurin á Atletico Madrid, sum tryggjaði Juventus víðari luttøku í Champions League. Verður hann dømdur fær hann helst leikbann í fyrru fjórðingsfinaluni móti Ajax.

 

Hendingin eftir dystin var eitt aftursvar til venjaran hjá Aletico Madrid, Diego Simeone. Eftir fyrru uppgerðina vísti hann eisini óhøviskan atburð, eftir at Atletico Madrid vann 2-0. Diego Simeone fekk eina bót fyri sín atburð. Nú svaraði Cristiano Ronaldo aftur, við at gera somu tekin, har rendi hendurnar niður móti miðjuni á ein hátt, sum UEFA ikki heldur er hóskandi.

 

Juventus skal møta Ajax í fjórðingsfinaluni. Hinar fjórðingsfinalurnar eru Tottenham-Manchester City, Manchester United – FC Barelona og Liverpool – FC Porto.