UEFA hevur avgjørt at kanna umstøðurnar kring fyrsta málið hjá Luiz Adriano móti FC Nordsjælland í gjár, tá framherjin sá burtur frá Fair Play hugtakinum.
Samgongan kungjørdi í dag, at hugt verður upp á málið, og ein avgerð verður tikin 27. novembur. Tað var ikki møguligt hjá dómaranum at gera nakað við støðuna í dystinum, men UEFA kann døma Luiz Adriano sekan í at hava víst vánaligan ítróttaranda í samband við málið.
Hann kann í mesta lagið revsast við leikbanni í ein dag, skrivar Ekstra Blaðið í dag.
Tað er miðskeiðis í fyrra hálvleiki, at ein FC Nordsjælland leikari liggur eftir á, og má hava viðgerð. Danska liðið hevur bóltin, tá dómarin steðgar dystinum, so leikarin kann fáa viðgerð.
Tá dysturin skal takast upp aftur, velur Shakhtar Donetsk leikari at sparka bóltin aftur til FC Nordsjælland verjuna, men brádliga tvísporar Luiz Adriano eftir bóltin. Hann tekur øll í Parkini á bóli, og skorar til 1-1.
Málið sæst undir greinini.