Rumenski dómarin, Sebastian Coltescun, hevur fingið dómarabann fyri restina av kappingarárinum frá UEFA. Tað kemur eftir dystin millum PSG og Istanbul Basaksehir 8. desembur, sum bleiv útsettur tí Sebastian Coltescun sum fjórði dómari brúkti orðið ”negro”.
Tað bleiv rættiligt rok, tá rumenski dómarin skuldi geva hjálparvenjaranum hjá Istanbul Basaksehir, kamerunska Pierre Webo, reyða kortið. Á veg yvir til bonkin brúkar fjórði dómarin orðið “negro”, fyri at vísa dómaranum á hvør tað er, sum skal hava reytt kort.
Eftirfylgjandi bleiv rættiligt rok, har bæði liðini valdu at fara av vøllinum í mótmæli. Tað bleiv tingast ein løtu, um at taka dystin uppaftur, men tað endaði við at dysturin bleiv spældur liðugur dagin eftir. PSG vann 5-1.
Eftirfylgjandi hevur verið nógv sagt og skrivað um orðavalið hjá Sebastian Coltescun. Tey í Rumenia hava vart hansara orðaval, meðan onnur halda at hann hevur víst manglandi virðing. UEFA hevur nú givið honum eitt bann og krav um at luttaka í upplýsandi tiltaki.