UEFA: Her er ársins lið í Champions League

Champions League: Real Madrid og Liverpool eiga flestar spælarar á ársins liði

UEFA hevur valt ársins lið fyri Champions League kappingina. Vinnararnir úr Real Madrid og tapandi finalistarnir úr Liverpool eiga fýra spælarar í part.

 

Hjá Real Madrid er talan um málverjan Thiabult Courtois, miðvallaran Luka Modric og framrættaðu Karim Benzema og Vinícius Júnior. Hjá Liverpool er talan um verjukendar spælarar. Trent Alexander-Arnold, Virgil van Dijk, Andy Robertson og Fabinho.

 

Hinir tríggir, sum hava vunnið sær pláss uttan at røkka finaluni eru Antonio Rüdiger úr Chelsea, Kevin De Bruyne úr Manchester City og Kylian Mbappé úr PSG. Har til bleiv Karim Benzema valdur til ársins spælara, og Vinícius Júnior valdur til ársins unga spælara.

 

Ársins lið í Champions League:

 

Málverji: Thiabult Courtois (Real Madrid)

 

Verjuspælarar: Trent Alexander-Arnold (Liverpool), Antonio Rüdiger (Chelsea), Virgil van Dijk (Liverpool), Andy Robertson (Liverpool)

 

Miðvallarar: Kevin De Bruyne (Manchester City), Fabinho (Liverpool), Luka Modrić (Real Madrid)

 

Framherjar: Kylian Mbappé (Paris Saint-Germain), Karim Benzema (Real Madrid), Vinícius Júnior (Real Madrid)