Uefa heldur fast um at útiloka russisk U17 lið

Uefa hevur nú gjørt av at halda fast um, at russisk U17-landslið ikki sleppa at luttaka í kappingum, sjálvt um Uefa fyri 14 døgum síðani hevði uppskot frammi um at loyva teimum at spæla.

 

Eksekutivnenin hjá Uefa gjørdi av at taka av bannið ímóti russiskum U17 landsliðum fyri bæði dreingir og gentur. Orsøkin var, sambært Uefa, at børn ikki eiga at revsast fyri gerðir, sum bara vaskin hava ábyrgdina av. 

Men hendan støðan er nú tikin aftur, og bannið ímóti allari russiskari luttøku stendur við hjá Uefa.