Í gjár kom fram, at ES hevur ætlanir um at bannlýsa graslíkisvøllir, vegna gummigranulati sum liggur á vøllinum av tí, at tað hevur keðilig árin á umhvørvi.
Tað er mikroplasti, sum verður roknað fyri at vera ein rættilig dálkingarkelda, sum ES nú vil forbjóða, og bannið skal koma í gildið í 2022.
Lesið eisini: ES fer at banna graslíkisvøllum
Síðani hava ein rúgva av fótbóltsfeløgum – serliga í Noregi – gjørt vart við sína misnøgd, og nú hevur UEFA sent eitt skriv til ES, har víst verður á ítróttarligu fylgjurnar, sum tað kann hava við sær.
- Vit eru samd í møguligu umhvørvisárinunum sum tilvitað nýtsla av mikroplasti kann føra við sær, og tað eigur at útgreinast, skrivar UEFA í einum brævið, sum norski miðilin Aftenposten hevur fingið fatur í.
- Í veruleikanum vísir tað seg einans at verða ein avmarkað mongd av granulati, sum kemur út í náttúruna, og átøk at tálma hesum eru longu sett í verk, vísir UEFA á.
Sambært UEFA verða tá áleið 27,6 milliónir fótbóltsleikarar, sum verða raktir av forboðnum, og kanska skulu finna sær annað ítriv. Tískil metir evropeiska fótbóltssamgongan, at avgerðin kemur at hava eina oyðandi ávirkan á lokalu myndugleikarnir, amatørfeløg og grasrótsfótbólt.
Síðani hevur ES víst á, at tað bert snýr seg um gummigranulati, og ikki sjálvar grasmátturnar, sum verða raktar av banninum.
Tó heldur Noreg fast í, at granulatforboðið hóast alt ger mátturnar óbrúkiligar.
- Skuldu vit tikið tað burtur, koma mátturnar ikki at rigga yvirhøvur, sigur Ole Myhrvold úr norska fótbóltssambandinum við Aftenposten.











