UEFA góðkennur landsliðs landskapping

Føroyska landsliðið skal í framtíðini spæla í eini landsliðslandskapping

Evropska fótbóltssamgongan, UEFA, boðar í dag frá, at frá 2018 verður skipað fyri eini landsliðslandskapping, sum skal avloysa vejingardystirnar.

 

Enn er ikki heilt greitt hvussu kappingin verður skipað, men greitt er, at tað verða fýra atgongumerki til EM 2020 endaspælið upp á spæl.

 

Liðini verða styrkismett í fýra stórar bólkar og síðani í fleiri smærri bólkar. Londini koma so at spæla eitt stað millum fýra og seks dystir um heysti í 2018.

 

Í 2019 skal so vinnarin finnast í kappingini, meðan uppflytingar og niðurflytingardystir verða millum bólkarnar.

 

Hetta merkir so, at Føroyar koma at spæla móti øðrum londum, sum vit eru styrkismett við. Hetta er ein framgongd frá verandi støðu, har landsliðið hevur trupult við at finna kappingarføra mótstøðu í altjóða høpi til venjingardystir.

 

Vandi er, at hetta er ein roynarskipan, sum í framtíðini fer at gera, at vit í undankappingum ikki sleppa at royna okkum móti stóru heimsstjørnunum.