Í prátinum við formannin í kappingarnevndini um KÍ spælararnar, sum ikki høvdu spæliloyvi verður víst til UEFA, og at tað skal kannast, hvussu teir viðgera sovorna støðu, sum er íkomin, eftir at KÍ hevur nýtt fleiri spælarar í steypakappingini, sum ikki hava spæliloyvi í lagi.
Pressustjóri hjá UEFA er Frits Ahlstrøm, sum er dani, og sum eisini er kendur í føroyskum fótbólti. Eitt nú nýtti FSF hann til pressutalsmann, tá ið landsdystirnir í Landskrona vórðu spældir í 1991 og í 1992.
Tá ið vit greiða UEFA pressustjóranum frá spurninginum um spæliloyvini, sum hevur tikið seg upp eftir steypadystin millum Fram og KÍ, er eingin ivi, og hann svarar upp á standandi fót:
- Fyrst skal eg undirstrika, at tað bara er upp til FSF at avgera handa spurningin. UEFA blandar seg ikki í spurningar og mál, sum hoyra undir fótbóltssambondini. Men tað eru púra greiðar reglur fyri, hvussu ein sovorðin søk hevði verið avgreidd, um talan hevði verið um sama mál í landsdysti, Europa Cup dysti ella dysti av øðrum slagi, sum UEFA hevði ábyrgdina av.
Hvør hevði avgerðin verið?
- At liðið, sum ikki hevði skil í pappírunum, hevði verið dømt at tapa 3-0.
Men er tað ikki munur á, um talan er um snýt, og tá ið talan er um mistak?
- Í UEFA høpi er eingin munur. Hjá UEFA ber ikki til at meta um sovorðið. Har er tað knívskorðið. Tað liðið, sum ikki hevyr syrgt fyri at hava skil í hesum tingunum verður dømt at tapa 3-0. Tað vita feløgini, og tað vita fótbóltssamgongurnar. Tað eru dømi um feløg og landslið, sum hava tapt, sjálvt um tey hava vunnið á vøllinum, sigur Frits Ahlstrøm, pressustjóri hjá UEFA.











