UEFA-Cup steypið til Ukraina

Shaktar vann í kvøld 2-1 móti Werder Bremen í einum dysti, sum leingi tóktist vera ávegis brotssparkskapping.

Adriano legði Shaktar á odda um miðjan fyrra hálvleik, men 10 minuttir seinni javnaði Naldo fyri Werder Bremen.

Restina av dystinum gekk tað hampuliga javnt fyri seg, og teir heilt stóru møguleikarnar gjørdist talan ikki um.

Tað stóð eisini á jøvnum eftir 90 minuttum, men í longdu leiktíðini eydnaðist tað Jadson av leggja Shaktar á odda, tá hann stóð leysur eftir uppspæl í høgru, og hesa leiðsluna helt Shaktar, hóast Werder Bremen royndi at trýsta seinastu løtuna.

 

Shaktar Donetskt-Werder Bremen 2-1 eftir longda leiktíð.

1-0: Adriano, 25.

1-1: Naldo, 35.

2-1: Jadson, 97.