Sevilla vann kappingina í fjør eftir finalu móti Middlesbrough, og teir mugu aftur í ár roknast sum favorittar. Men eingin ivi er tó um, at Espanyol fer at spæla fyri sínum møguleika, tá teir renna á vøllin framman fyri 48.000 áskoðarum. SvF samsendir við DR1, so eisini føroyskir hyggjarar kunnu fylgja við, hvussu leikur fer.