Forsetin í evropesisku fótbóltssamgonguni, Aleksander Ceferin, boðaði í gjár frá at UEFA letur knappar 1,8 milliardir krónur til Fótbóltssambondini í teimum 55 limalondunum. Tað er frítt upp tili til sambondini at brúka pengarnar, nú koronakreppan rakar.
Hetta merkir, at FSF hevur fingið 32 milliónir krónur at búrka, sum tey vilja. Talan er um pengar, sum eru komnir úr HatTrick-grunninum. Tað er ein grunnur, har sambondini vanliga kunnu søkja um stuðul til eitt nú umbygging, útbyggin og nýbygging í samband við fótbóltsumstøður.
Okkara ítróttagrein hevur fingið eina óvæntaða avbjóðing orsaka av Koronakreppuni. UEFA vil gjarna hjálpa sínum limalondum. Í tí sambandi hava vit givið hvørjum fótbóltssambandi 32 milliónir krónur, sigur Aleksander Ceferin sambært uefa.com.











