Udsen skiftir felag

29 ára gamli Daniel Udsen, sum er fastur fúsur í føroyska landsliðshópinum, skiftir frá Helsingør til Herlev í triðju bestu donsku deildini.

Danska bold.dk skrivar, at hetta er ein liður í framtíðarætlanunum hjá Herlev, sum í løtuni bert er eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Helsingør er hinvegin partur av oddastríðnum í deildini, og tí er skilligt, at tey í Herlev fegnast um nýggja spælaran.

- Hann kann spæla á øllum plássum á miðvøllinum, og hann kemur við eini rúgvu av royndum frá ymsu deildunum og føroyska landsliðnum, sigur Peter Creutzberg, ítróttarstjóri í Herlev, við bold.dk

Herlev hevur rættiliga fitt av ungum spælarum á liðnum, og tí leggur Creutzberg dent á týdningin, sum tað hevur, nú felagið hevur fingið ein spælara við drúgvu royndum.