Føroyski landsliðsmiðvallarin hevur skift til danska 2.deildarfelagið, Helsingør. Tað skrivar bold.dk.
Daniel Udsen, sum hevur ein fortíð í EB/Streymi, hevur funnið sær nýtt eitt nýtt lið í donsku 2.deild. Hann skiftir frá Herlev aftur til Helsingør, har hann spældi fram til í vetur, tá hann skifti til Herlev.
Sáttmálin er galdandi upp til tvey ár sambært Daniel Udsen.
Daniel Udsen er 29 ára gamal og hevur spælt 11 landsdystir fyri Føroyar.