Ein grønlendsk verkætlan, sum hevur til endamáls at savna æðudún til útflutnings, hevur víst seg at rigga væl. Nú verður tað savnaða dúnið kannað, men verkætlanin heldur ikki fram, fyrr enn tað neyðuga lógarverkið er orðað, sigur kringvarpið KNR. Tað er fiski- og veiðimannafelagið KNAPK, sum stendur fyri verkætlanini, og vónirnar eru góðar. Felagið vísir á, at tað ber til at fáa upp í 5.000 krónur fyri eitt kilo av æðudúni, og at tað tí ræður um at gagnnýta hetta tilfeingið. KNAPK sigur, at æðustovnurin er væl fyri, men at tað er umráðandi, at ein møgulig dúnvinna er burðardygg.