Kavbáturin hjá dømda drápsmanninum, Peter Madsen, róptur UC3 Nautilus, er nú blivin skrottaður.
- Tað er rætt, at kavbáturin er burtur. Hann er skorin upp og er oyðilagdur á staðnum, har hann hevur staðið, sigur varaløgregluovastin hjá Københavs Politi, Brian Belling.
Tað var umborð í UC3 Natutilus, at Peter Madsen drap og skar sundur svenska journalistin, ungu kvinnuna Kim Wall, hin 10. august í fjør.
Peter Madsen hevur fingið lívlanga fongsulsrevsing, og ein annar partur av dóminum var, at kavbáturin hjá honum skuldi oyðileggjast og burturbeinast.
Og í hesi vikuni er so tað arbeiðið fingið frá hondini, og nú kemur UC3 Natutilus ongantíð aftur fyri mannaeygu.