Fylgisveinurin UARS, sum væntandi dettur niður á jørðina fríggjadagin, kann, um illa vil til, detta niður í Danmark. Men tað er ikki serliga sannlíkt.
Amerikanska rúmdarumsitingin NASA sigur, at UARS fer at detta niður einastaðni ímillum 57 stig norður og 57 stig suður. Heldur tann metingin, er meginparturin av Danmark innan fyri markið. Føroyar eru harafturímóti uttanfyri.
Danski stjørnufrøðingurin Michael Linden-Vørule vísir á, at meginparturin av jørðini er hav, og tí er tað mest sannlíkt, at fylgisveinurin fer í havið onkunstaðni. Men tað vita vit ikki við vissu fyrr enn nakrar fáar tímar frammanundan, sigur hann.
-Tað er eingin orsøk til at vera bangin, men vit fara sjálvandi at halda eygað við, hvar og nær fylgisveinurin dettur niður, og vit fara at siga frá, um hann skuldi dottið niður nærhendis bygdum øki, sigur Michael LindenVørule við TV2.