U23-landsliðið vísir vegin

Føroyska U23-manslandsliðið í hondbólti luttók vikuskiftið 4. - 6. novembur í Challenge Trophy, sum varð leikt í írska býnum Limerick. Føroysku menninir gjørdu ikki mætari enn at vinna allar dyst­irnar í bólkaspælinum og harvið tryggja sær pláss í finaluni, sum verður leikt fyrst í komandi ári.

Tryggir sigrar
Kappingin var skipað í tveir bólkar við fýra liðum í hvørjum. Føroyar komu í bólk saman við Írlandi, Onglandi og Georgia. Á Írlandi og Onglandi vunnu føroysku menninir trygt, ávikavist 30-20 og 40-22. Av­gerandi dysturin um hvør skuldi koma í finaluna varð leiktur ímóti Georgia. Føroyska liðið kom væl frá byrjan og legði seg á odda við 2-3 málum. Henda leiðslan helt sær dystin á tamb og við 23-21-sigri vann føroyska liðið sær pláss í finaluni, sum verður leikt ímóti Moldova í serbiska høvuðsstaðnum Beo­grad 21. januar.
Liðið er úttikið og venj­ingar­nar fram ímóti finaluni eru byrj­aðar.