Eli Hentze, venjari og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, hava sent boð eftir 26 spælarum, í samband við fyrireikingarnar til dystin ímóti Póllandi.
Fríggjadagin 10. november fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá Pólland kemur á vitjan á Tórsvølli. Higartil hava Føroyar spælt fýra dystir í undankappingini til EM 2019, og í løtuni er føroyska liðið nummar 3 í bólkinum við 4 stigum, frammanfyri Litava, Finnland og Georgia, meðan Danmark er nummar 1 og Pólland er á 2. plássi.
Fyrireikingarnar til dystin móti Póllandi eru so smátt farnar í gongd, og í fyrsta umfari hava Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari úttikið ein bruttohóp við 26 spælarum, ið skal venja regluliga fram til dystin móti póllakkum.
Her eru nakrir spælarar, sum ikki hava gjørt seg galdandi á U21 landsliðnum enn. Teirra millum Adrian Justinussen, Ari M. Olsen, Hjalti K. Djurhuus og Heri H. Mohr úr HB, Bjarki Nielsen úr AB, Pætur Petersen úr EB/Streymi, Silas Eyðsteinsson úr 07 Vestur og Jóannes K. Danielsen úr KÍ.
Fríggjadagin 3. november fæst at vita, hvørjir teir 20 spælararnir verða, ið endaliga verða úttiknir til dystin móti Póllandi. U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Pólland verður á Tórsvølli fríggjadagin 10. november klokkan 16:45.
Hópurin:
Elias Rasmussen, Víkingur
Karstin Hansen, NSÍ
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Ólavur Niclasen, KÍ
Erlendur Magnusson, B36
Jákup Vatnhamar Olsen, Víkingur
Betuel Hansen, NSÍ
Jákup B. Andreasen, KÍ
Hákun Edmundsson, Skála
Heri Hjalt Mohr, HB
Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)
Jann J. Benjaminsen, NSÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Adrian Justinussen, HB
Bjarki Nielsen, AB
Hjalti Kárason Djurhuus, HB
Pætur Petersen, EB/Streymur
Ari Mohr Olsen, EB/Streymur
John J. Frederiksen, 07 Vestur
Jákup Ludvig Thomsen, Thisted (DEN)