U21 ætlar sær eisini stig ímóti Georgia

(Rás2) U21-landsliðið spælir ímóti Georgia klokkan 17.30 í morgin. Eli Hentze, høvuðsvenjari hevur góðar vónir

Í annaðkvøld klokkan 17.30 spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst ímóti Georgia, sum leygardagin tapti 2-5 ímóti Danmark á útivølli.

 

Tað er ókeypis at fara til dystin, sum verður á Tórsvølli. Eli Hentze undirstrikar, at tað hevur sera stóran týdning fyri U21-landsliðið at fólk møta og stuðla teimum, so ungi mennirnir kunnu avrika væl við góðum stuðuli frá áskoðaraplássunum.

 

Eli Hentze vónar, at føroyska U21-landsliðið kann endurtaka eitt líknandi avrik, sum gjørt var í 1-1 javnleikinum ímóti Finnlandi á útivølli 5. september.

 

Tað verður vant hart og intenst, og U21-spælararnir fara at gera alt, sum liggur í teirra hondum fyri at leggja eitt gott avrik fyri dagin. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum Rás2/in.fo gjørdi við Eli Hentze fyrr í dag. 

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá U21 EM-undankappingardystinum á Rás2, sum hoyrist á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.