U21 til reiðar at takast við Rumenia

Úr Rumenia frættist, at lagið í hópinum er gott. Menn komu til Rumenia sunnukvøldið, har eisini ein løtt venjing varð á skránni. Í gjár var venjing fyrrapartin á stadion og seinnapartin høvdu leikararnir frí.

 

Í mun til dystin í Moskva leygardagin, er ein broyting á liðnum. Dánjal Davidsen kemur inn í staðin fyri Pól Jóhannus Justinussen. Hópurin er skaðafríur og menn tykjast at verða væl fyri.

 

Spennandi verður hvussu Rumenska liðið kemur at spæla, nú teir vóru úti fyri einum 5-1 tapi í Letlandi leygardagin. Hetta er fyrsti dysturin teir tapa í hesi undankappingini. Rumenia liggur nummar tvey í bólkinum, javnir í stigum við Russar, sum eru á fyrsta plássi. Bæði liðini hava 12 stig fyri 5 dystir. Nummar trý er Letland við 9 stigum, meðan Moldova hevur 7 stig, Føroyar 4 stig og aftast er Andorra við ongum stigi.

 

Byrjunaruppstillingin til dystin móti Rumenia er hendan:

 

Hans Jørgensen, Jóhan Ellingsgaard, Rógvi Holm, Dánjal Davidsen, Heri Nesá, Kristoffur Jacobsen, Róaldur Jakobsen, Jóan Símun Edmundsson, Rógvi Poulsen, Christian Mouritsen og Finnur Justinussen.

 

Á beinkinum verða: Jóan Pauli Jacobsen, Torkil Kollsker, Pól Jóhannus Justinussen, Páll Klettskarð, Odmar Færø, Øssur Dalbúð og Steinarr Kamban.

 

Møguleiki er at síggja dystin live á livetv.ru/en/eventinfo/31048