U21: Tepurt tap í Spania

Føroyska U21-landsliðið vísti seg aftur frá síni góðu síðu, hóast Spania vann 2-0

Føroyska U21-landsliðið hevur í dag tapt 2-0 í Marbella móti Spania í EM-undankappingini. Hetta er ein endurtøka av úrslitinum á Tórsvølli fyri einum mánaði síðani. Tað var aftur hesa ferð málleyst í hálvleikinum.

Føroyska liðið hevði millum annað Andrias Edmundsson við frá byrjan. Hann spælir í lægri deildunum í Spania. Verjan fekk úr at gera, men í fyrra hálvleiki megnaði føroyska liðið at standa ímóti og koma í onkrar álopsstøður.

Í seinna hálvleiki bleiv trýstið avbera stórt. Føroyska liðið megnaði at standa í móti í fyrru hálvu av seinna hálvleiki, men nú blivu mótálopini færri og tannleys. Tað kom hol á í 67. minutti. Føroyska liðið kundi kanska havt vart eitt sindur betur í júst tí støðuni, men tað var uppiborið at Adria Pedrosa kundi smekka bóltin í nettakið til 1-0.

Roberto Lopez setti punktum fyri Spania stutt fyri tíð, tá hann bleiv spældur leysur í brotsteingum, eftir skjótt og gott uppspæl. Tá hevði føroyska liðið havt okkurt álop og eitt hornaspark, men Spania er stinn mótstøða. U21-landsliðið spælir aftur týsdagin 17. novembur í Kasakstan.