U21: Stuttleiki áðrenn álvara

U21 landsliðið í hondbólti tekur sær í dag partvís av løttum

U21 landsliðið í hondbólti, sum er til HM endaspælið í Algeria, hevur í dag tikið sær av løttum meginpartin av degnum. Liðið vann í gjár søguligan sigur á Kili í fyrsta dystinum, meðan annar dysturin verður í morgin móti Suðurkorea.

 

Les eisini: Søguligur HM-sigur

 

Landsliðið hevur í dag tikið sær av løttum á gistingarhúsinum. Spælararnir sleppa ikki út av økinum kring gistingarahúsið av trygdarorsøkum, so teir hava spælt sær á einum kurvabóltisvølli á økinum.

 

Tað er nógvur hiti og óhugsandi at gera nakað krevjandi í sólini. Tí gekk venjingin mest út upp á at strekkja og hugna sær. Eitt nú spældu teir kurvabólt eina løtu, fyri síðani at gera eitt øvilsi í at samskifta uttan at tosa.

 

Les eisini: Suðurkorea stórfavorittur

 

Hópurin bleiv deildur upp í trý. Síðani skulu teir standa í hvør sínari rekkju við bind fyri eyguni. Bara tann aftasti sær hvar keylurnar eru, sum tann fremsti skal savna inn. Tað er bara lova at samskifta við at nýta rørslur til mannin frammanfyri, so tað tekur eina løtu áðrenn boðini koma fram til fremsta mann.

 

Tað var illgruni um snýt í spælinum, men spælarar sum Rói Berg Hansen og Teis Horn Rasmussen avsanna at nakað óregluligt fór fram. Teir vóru báðir á vinnandi liðnum, men sera góðan gongdin í seinasta spælinum gjørdi, at hini liðini mettu at tað kundi ikki lata seg gera, uttan at antin tosa ella síggja gjøgnum bindið fyri eyguni.

 

Spælararnir hava nú etið døgurða og tikið liðmynd. Nú er hvíld á skránni og so byrjar veruliga upptaktin til dystin móti Suðurkorea. Dysturin verður í morgin klokkan 20 og Rás2 sigur frá dystinum.