Tróndur Kragesteen er liðskipari á A-landsliðnum. Hann er longu troyttur av at hoyra reyp frá U21 landsliðsspælarunum, sum vunnu seg víðari til HM endaspælið í Algeria. Fýra av teimum eru á A-landsliðnum.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
Tað er ikki til at taka feil av, at tað er alt meint í einum góðum anda, tá hann sigur, at hann er troyttur av at hoyra teir reypa.
- Vit ætla ikki, at U21 spælararnir skulu fara við øllum rósinum, sigur Tróndur Kragesteen.
Handan kraftiga skeggið hómast eitt smíl - eitt skálkabros. Eftir eina lítla løtu viðurkennur hann tó U21 landsliðsavrikið, sum ein hvør annar.
- Tað er ótrúliga flott klárað av U21 landsliðnum at vinna seg víðari, men vit orka ikki at hoyra upp á teir meir. Nú eru teir á A-landsliðnum og skulu bólkast har eftir, sigur liðskiparin og heldur fast í skálkabrosinum.
Hann ásannar, at yvirleggjarin brádliga er settur nakað hægri, men vil ikki leggja ov stórt trýst á liðið og siga, at víðari luttøka er krav.
- Eg veit ikki, um eg vil leggja so stórt trýst á okkum. Eg tori at droyma um tað, men vil helst ikki siga ov nógv. Vit fara tó at spæla fyri at vinna og gera alt vit kunnu, sigur Tróndur Kragesteen, sum til dagligt spælir við ÍF Føroyum.
(Brot úr grein í Vikuskiftis-Sosialinum)
Rás2 sigur beinleiðis frá EM-landsdystinum millum Føroyar og Kýpros, sum verður í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 20. Rás2 byrjar at senda klokkan 19 við upptakt. Julian Johansen, venjari hjá Kyndli, verður viðmerkjari.