U21 skal vinna

Landsliðsvenjararnir ætla sær at spenna álopsbogan í kvøld. Tað verður ikki við einum verjukendum hugburði, at spælararnir fara á vøllin í kvøld. Tað siga venjararnir við Rás2.

 

- Vit hava skavað nógv stig saman á heimavølli seinastu árini. Hví skulu vit ikki vinna á Norðurírland í kvøld?, spyrja Heðin Askham og Bill Mc. Leod Jacobsen.

 

Dysturin millum Føroyar U21 og Norðurírland U21 byrjar klokkan 19.00. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.