Áður hevur føroyska U21-landsliðið í fótbólti fingið nøkur stak góð úrslit í undankappingum sínum, men í undankappingini, sum er í gongd beint nú, hevur tað ikki gingið eftir vild hjá Føroyum. Eftir seks dystir hava Føroyar tapt allar dystirnar og hava sostatt 0 stig.
Komandi dystur verður spældur á heimavølli 2. juni ímóti Finnlandi. Hetta er seinna og síðstu ferð, at Føroyar spæla ímóti Finnlandi í hesi undankappingini, tí at fyrri dysturin ímillum liðini bleiv spældur í september í fjør. Hendan dystin vunnu finnar 3-0.
Ein maður, sum møguliga kann vera við til at tryggja fyrstu, føroysku stigini í hesari undankappingini er Jóannes Bjartalíð hjá KÍ, ið hevur skorað heili níggju mál í sínum sjey seinastu dystum fyri KÍ. Í samrøðu við fsf.fo vísir Jóannes Bjartalíð á, at týdningarmikið verður, at føroyska liðið í størri mun trýr upp á egnan mátt og megi.
- Eg haldi, at vit hava eitt gott lið hesaferð, men vit mugu trúgva meir upp á egin evnir. Onkuntíð haldi eg, at vit hava hug at undirmeta okkum sjálvar. Um allir megna at geva nøkur eyka prosent, sum eg veit, vit eiga í okkum, so klára vit Finnland, sigur Jóannes Bjartalíð millum annað í samrøðu við heimasíðuna hjá fótbóltssambandinum.
Finnar hava spælt fimm dystir í hesi undankappingini, og hava teir vunnið tríggjar av hesum - sostatt hevur Finnland níggju stig undan dystinum á Tórsvølli, ið verður spældur um júst eina viku.