U21 skal aftur møta Týsklandi

Lutakastið til U21 undankappingina hevur verið. Vit eru aftur í bólki við Týsklandi og eini ávísari bjørn, sum vit hava niðurlagt fyrr

Týskland, Russland, Eysturríki, Finnland og Aserbadjan. Tað eru liðini, sum føroyska U21 landsliðið skal spæla ímóti í U21 undankappingini hesaferð. Vit veru í bólki sjey.

 

Vit hava fyrr verið í bólki við Týsklandi, Russlandi og  Aserbadjan. Ein av okkara størstu løtum var á útivølli móti Týsklandi tá vit vóru á odda 2-1, men taptu tepurt 3-2, eftir heldur ivasama døming. Árni Frederiksberg og Hørður Askham skoraðu málini.

 

Størsta úrslitið nakrantíð hjá U21 landsliðnum var móti Russlandi í Gundadali, tá vit vunnu 1-0. Ein ávísur Jóan Símun Edmundsson skoraði einsamalla málið tíðliga í tí dystinum.

 

Føroyska U21 landsliðið hevur eisini góð minni frá at spæla móti Aserbadjan. Føroyar vóru við á fyrsta sinni í 2007 og komu í bólk við Aserbadjan. Føroyska liðið fekk fýra stig tilsamans og øll komu móti Aserbadjan. Vit vunnu 1-0 á Svangaskarði, har Magnus H. Olsen skoraði málið. Á útivølli spældu vit 2-2. Gudmund Nielsen og Levi Hansen skoraðu føroysku málini.