Áskoðarar hava ikki atgongd til U21-landsdystin millum Føroyar og Montenegro, sum verður á Svangaskarði í dag klokkan 17.00. Dysturin kann síggjast beinleiðis á Rás1, umframt at beinleiðis frásøgn verður á FM1.
Sum skilst, so eru umstøður ikki til at hava áskoðarar á Svangaskarði, ið lúka treytirnar hjá UEFA. Tað eru serliga vesi umstøðurnar, sum gera at UEFA ikki vil loyva áskoðarum.
Føroyska liðið hevur havt eina góða gongd í seinastuni. Fyrst við at vinna á Ísrael, og síðan bleiv tað til tvey tepur tap fyri Norðurmakedónia og Spania. Í báðum førum vísti føroyska liðið sera gott spæl og góðan hugburð, og tað er einki at ivast í, at okkara dreingir aftur hesaferð fara eftir øllum stigunum.
- Tíverri sleppa áskoðarar ikki til U21-landsdystin millum Føroyar og Montenegro. Dysturin kann tó síggjast beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum, umframt at FM1 fer at hava beinleiðis frásøgn frá dystinum, skrivar Fótbóltssambandið.
Tað verður landsliðsdámur á FM1 allan dagin. Upptakt til landsdystirnar verður millum klokkan 15 og 17. Síðani verður beinleiðis frásøgn frá U21-landsdystinum og A-landsdystinum, umframt 3. Hálvleikur aftaná.