Føroyska fótbóltssøgan ímóti Rumenia hevur ikki verið heilt sør. Aldrin hevur tað eydnast føroyskum fótbóltsliði at vinna á einum rumenskum liði, men á tveimum sinnum hevur eitt føroyskt lið megnað javnleik ímóti einum rumenskum liði.
25. juni í 1995 tók HB ímóti rumenska liðnum, Universitatea Cluj í Intertoto kappingini. 421 áskoðarar sóu HB stríða seg til málleysan 0-0 javnleik. Millum teir, sum mannaðu liðið hjá HB hendan dagin var núverandi hjálparvenjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Jóanes Jakobsen. (Kelda: faroesoccer)
7. juni í 2013 sóu 455 áskoðarar á Svangaskarði føroyska U21 landsliðið fáa ein minniligan 2-2 javnleik ímóti Rumenia. Gunnar Zachariasen, sáli legði Føroyar á odda í 29. minutti. Rumenar javnaðu í 47. minutti, og løgdu seg á odda í 85. minutti. Men í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat javnaði Pól Ingason til 2-2, sum gjørdist úrslitið av tí minniliga dystinum.
Á myndini hjá Álvi Haraldsen sæst tann fegni Pól Ingason, aftaná at hann tryggjaði føroyska U21 landsliðnum javnleik 2-2 ímóti Rumenia á Svangaskarði.
Vit kunnu bert vóna, at í morgin verður triðja ferðin, at eitt føroyskt lið tryggjar sær stig ímóti einum rumenskum liði.