Týsdagin fór føroyska U21 landsliðið úr Føroyum við kós móti Russiska høvuðsstaðnum. Gist varð í Kastrup náttina til mikudagin og síðan gekk leiðin móti Moskva. Ferðin gekk væl og okkara menn komu til Iris Congress Hotel umleið klokkan 16 seinnapartin í fyrradagin. Eftir eina lítla máltíð varð stutt venjing á skránni. Í gjármorgunin vandu okkara menn á Khimki leikvøllinum, har dysturin eisini skal spælast. Landsdysturin móti Russum verður spældur leygardagin klokkan 16.00 lokala tíð, tað er klokkan 13.00 føroyska tíð.