U21 menn hjá B36 í hálvfinaluni

U21 menn komu í hálvfinaluna í kappingini um Thomas Dam Intersport steypið í gjár, við 0-1 sigri á AB. Málið skoraði Thomas Bjørn Miezan.

Tað var spenningur í dystinum, tí stutt undan leikloki fekk AB bóltin í netið, men málið varð kolldømt. Dysturin endaði tí við javnleiki 0-0, og tí mátti umdystur til.

Í umdystinum skoraði B36 í umleið 100. minutti til 1-0, sum gjørdist endaliga støðan.

Í hálvfinalun møta teir ÍF í Fuglafirði 23. september, skrivar B36.