Í dag klokkan 17 spælir føroyska U21-landsliðið sín seinasta heimadyst í hesi undankappingini. Dysturin verður móti Litava, sum vann fyrru uppgerðina 3-0, men tað er eftirhondin nakað síðani.
Síggj FSF Varpið við at trýsta á pílin á myndini
Føroyska liðið hevur seks stig á fimta plássi, meðan Litava hevur fýra stig á sætta plássi. Tí skuldi verið ein møguleiki fyri einum góðum úrslitið, men veddingarfyritøkur hava gestirnar sum favorittar.
Sambært teimum, so fært tú pengarnar aftur 2.37 ferðir fyri ein sigur til Litava, meðan ein sigur til Føroyar gevur pengarnar 2.9 ferðir aftur. Tað merkir, at gestirnir eru ein lítil favorittur.
FM1 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 17 á Tórsvølli. Upprunaliga skuldi dysturin verða á Toftum, men ringt verðurforsøgnirnar gera, at Fótbóltssambandið hevur flutt dystin á Tórsvøll. Sent verður beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 16.