Venjarin hjá U21-landsliðnum, Eli Hentze, og hjálparvenjarin, Hegga Samuelsen, hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja ímóti Danmark á Tórsvølli klokkan 16:00
Les eisini: Jákup Thomsen útleigaður
Elias Rasmussen verður á mál, og í føroysku verjuni verða Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Bartal Wardum og Ólavur Niclasen. Á miðvøllinum verða Teit Jacobsen, Hákun Edmundsson, Betuel Hansen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð. Í álopinum verður Jákup L. Thomsen.
Les eisini: Vit fara at stríðast
Eykaspælarar verða Karstin Hansen, Ari Olsen, Jann Benjaminsen, Petur Knudsen, Búi Egilsson, Meinhard E. Olsen og Bjarni Petersen.
Ókeypis atgongd er til U21-dystin millum Føroyar og Danmark, sum verður floytaður í gongd á Tórsvølli klokkan 16:00.