U21-liðið er sett í Kasakstan

U21-landsliðið: Landsliðsvenjarin hevur sett liðið, sum skal spæla móti Kasakstan klokkan 11

Í dag klokkan 11 skal føroyska U21-landsliðið spæla á útivølli móti Kasakstan í EM-undankappingini. Sámal Erik Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur sett liðið, sum skal á vøllin frá byrjan.

Í mál verður Rói M. Hentze. Í verjuni verða tað Ari Olsen, Andrias Edmundsson, Samuel Chukwudi og Daniel Johansen. Á miðjuni verða Jákup B. Andreasen, Stefan Radosavljevic, Lukas Giessing og Pætur Petersen. Í álopinum verða Petur Knudsen og Jonn Johannesen.

Hetta er seinasti dysturin í hesi undankappingini hjá U21-landsliðnum. Føroyar hava seks stig á aftasta plássi, men kunnu við einum sigri yvirhála Kasakstan, sum hevur sjey stig á næstaftasta plássi.

Liðini møttust á Toftum í fyrsta umfari í hesi undankappingini. Tá vann Kasakstan 3-1. Føroyska málið skoraði Stefan Radosavljevic. Bara tríggir mans ganga aftur í liðuppstillingini frá tí dystinum. Tað eru Ari Olsen, Jákup B. Andreasen og Pætur Petersen. Stefan Radosavljevic, Lukas Giessing og Daniel Johansen komu allir inn. Teir byrja eisini í dag

Til ber at fylgja dystinum beinleiðis ovast á forsíðuni hjá in.fo.