U21 legði rygg til 5-1 tap

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríkslið í Beograd, har føroyska landsliðið skal royna seg ímóti serbisku heimsstjørnunum, sum stríðast fyri at kvalifisera seg til EM endaspælið næsta summar.

Seinnapartin hava U21 landsliðini hjá Serbia og Føroyum spælt, og tað gekk, sum tað so ofta hevur gjørt, tá ið føroyingar hava verið á útivølli og ikki minst á Balkan.

Serbia vann 5-1 eftir hálvleiksstøðuna 4-1.

Føroyska liðið legði bragdliga fyri. Longu í 6. minutti sendi Róaldur Jacobsen fríspark í serbiska málið, men tað var skjótt, at heimaliðið kom fyri seg. Heimaliðið skoraði í 15. og 18. minutti, tá ið teir stútaði bóltin inn um Kristian Joensen, sum vardi føroyska málið, og teir øktu um leiðsluna í 26. og 39. minutti.

Í 2. hálvleiki gekk tað friðarligari fyri seg. Føroyska liðið hevði onkrar royndir ímóti serbiska málinum, men tað eydnaðist ikki at skjóta mál, og fram ímóti dystarenda staðfestu serbar 5-1 sigurin.

Sammett við føroyska liðið, sum 9. august tapti 4-0 í Norðurírlandi, høvdu venjararnir, Heðin Askham og Bill Jacobsen, hesa ferð fimm nýggjar spælarar millum teir fyrstu ellivu.

 

90+3 min.

5-1

Liðugt!

 

88 min

5-1

André Olsen hevur avloyst Páll Klettskarð.

 

85 min.

5-1

Kaj Leo í Bartalsstovu hevur avloyst Gunnar Zachariasen.

Intensiteturin er ikki so stórur, sum hann var eina løtu.

 

82 min.

5-1

Tað var eftir uppspæl og innlegg úr vinstru, at Lazovi?, sum var leysur mitt fyri málinum, úr níggju metrum setti bóltin í málið.

 

80 min.

4-1

Tað mesta gongur framvegis fyri seg á føroysku hálvuni, men serbarnir hava seinastu løtuna ikki verið vandamiklir frammanfyri málið hjá Kristiani Joensen.

 

Serbia hevur skift út: Nemanja Mili? hevur avloyst Filip Djuri?i?

 

75 min.

4-1

Serbar royna ofta at søkja at í høgru, men føroyingar megna at spæla seg burturúr vandastøðunum.

 

70 min.

4-1

Føroyska liðið hevur síðstu løtuna víst besta samanspælið higartil í hesum dystinum.

 

67 min.

4-1

Nú var um reppið, at serbar øktu um leiðsluna. Eftir gjøgnumbrot í høgru var Luka Milunovi? leysur við handara stólpan, men bólturin fór dygst framvið stólparótini.

 

64 min.

4-1

Eftir fríspark ímóti Páll Klettskarð royndi Gunnar Zachariasen seg úr 22 metrum, men bólturin fór væl omanfyri málið.

 

62 min.

4-1

Serbar skifta út. Milanovi? loysti Ignjoski av.

 

 

60 min.

4-1

Føroyingar hava havt fyrstu hornasparksroyndina. Tað spurdist einki burturúr innlegginum frá Róaldi Jacobsen, men serbar fóru í skjótt mótálop, uttan at nakað spurdist burturúr.

Lítla løtu seinni hevði Gunnar Zachariasen gjøgnumbrot í høgru, men skotið fór í síðunetið.

Kanska er leikferðin dalað eitt sindur, og tað ber við sær, at tað er lættari hjá føroysku spælarunum at hanga í.

Róaldur Jacobsen hevur júst roynt seg við langskoti, men bólturin fór omanfyri málið.

 

46 min.

4-1

Nú liðini eru komin á vøllin eftir steðgin, hava føroyingar gjørt eina útskifting. Út er farin Klæmint A. Olsen, og í hansara stað er komin Dánjal á Lakjuni.

 

Sammett við, tá ið føroyska liðið 9. august tapti 4-0 í Norðurírlandi, hava venjararnir báðir, Heðin Askham og Bill Jacobsen, gjørt fimm broytingar millum teir fyrstu ellivu. Nýggir á liðnum í dag, sammett við í Norðurírlandi, eru Kristian Joensen, Heini Vatnsdal, Gunnar Zachariasen, René Joensen og Páll Klettskarð.

Teir eru komnir á liðið í staðin fyri Teit Gestson, Jan Ellingsgaard, Karl Løkin, Dánjal á Lakjuni og Kaj Leo í Bartalsstovu.

At nógvar útskiftingar hava verið hevur borið við sær, at fleiri rokeringar eisini eru gjørdar. Kristian Joensen er millum stólparnar í staðin fyri Teit Gestson.

Heini Vatnsdal er í miðverjuni, meðan Erling Jacobsen er fluttur úr miðverjuni og út á vinstra vongverja, har hann avloysir Jan Ellingsgaard.

René Joensen er nýggjur vongverji í høgru, og Høgni Eysturoy, sum var vongverji í høgru í Norðurírlandi, er fluttur fram á miðvøllin í høgru, har Dánjal á Lakjuni spældi í Norðurírlandi.

Páll Klettskarð er nýggjur fremsti maður. Klæmint A. Olsen, sum var fremstur í Norðurírlandi, er nú ytstur í vinstru á miðvøllinum, har hann avloysir Kaj Leo í Bartalsstovu.

Gunnar Zachariasen er fremstur á miðvøllinum. Karl Løkin er ikki á miðvøllinum hesa ferð.

 

 

Hálvleikur

45+1 min

4-1

Hálvleikssteðgurin kemur væl við hjá føroyingunum, sum hava havt tvær royndir ímóti serbiska málinum. Umframt málið, sum Róaldur Jacobsen skoraði í 6. minutti, so var tað Rógvi Holm, sum tveir minuttir undan steðginum sendi bóltin við síðuna av málinum eftir frísparksinnlegg úr høgru.

Tríggjar minuttir fyri hálvleik sá ein av serbisku leikarunum, Gudelj, gula kortið, eftir at hann hevði gjørt fríspark ímóti Klæminti A. Olsen.

 

 

40 min.

4-1

Eftir at føroyska liðið beinanvegin legði seg á odda við frísparksmáli, sum Róaldur Jacobsen skoraði, so hevur talan verið um einvegis ferðslu ímóti málinum hjá Kristiani Joensen, sum hevur havt úr at gera. Nú er 4-1. Fjórða málið varð skorað í 39. minutti.

 

35 min.

3-1

Gongdin er tann sama. Fyri tveimum minuttum síðani sá miðvallarin Hallur Hansson gula kortið fyri fríspark, og júst nú hevur liðformaðurin og miðverjin, Rógvi Holm, sæð gult!

 

30 min.

3-1

Tað var ikki so leingi, at føroyska liðið var í tiltiknu barrónasongini. Nú hálvur tími er farin, hevur heimaliðið økt um leiðsluna, so hon nú er 3-1. Triðja málið skoraðu teir í 26. minutti. Tað er stórt trýst á føroyska málið!

 

 

25 min.

2-1

So hevur Serbia lagt seg á odda. Málið varð skorað tríggjar minuttir eftir útjavnandi málið. Bæði málini eru skorað við høvdinum. Í seinna førinum var tað eftir hornasparksinnlegg.

Tað er mest sum fullsett á stadion, og dysturin verður vístur í serbiskum sjónvarpi.

 

16 min.

1-1

So hevur Serbia javnað til 1-1. Tað gjørdu serbar, tá ið eitt korter var farið.

 

Tað kann ikki sigast annað, enn at føroyska U21 landsliðið hevur lagt bragdliga fyri í EM undankappingardystinum, sum er í Serbia, har fyrsta bríkslið var klokkan 1530 føroyska tíð.

Róaldur Jacobsen lagt Føroyar á odda við beinleiðis frísparki eftir seks minuttir.

 

Føroyska U-21 landsliðið sær soleiðis út til dystin.

 

Kristian Joensen

 

Rene Joensen, Rógvi Holm(liðsk), Heini Vatnsdal, Erling Jacobsen

 

Høgni Eysturoy, Hallur Hansson, Róaldur Jacobsen, Klæmint Olsen

 

Gunnar Zachariasen

 

Páll Klettskarð

 

Dysturin hjá U-21 landsliðnum móti Serbia byrjar klokkan 15:30