U21 landsliðsspælari til FC Helsingør

Jonas G. Hansen skiftir frá TB til FC Helsingør í Danmark

Mynd: (FC Helsingør)

Føroyski U21 landsliðsmiðvallarin, Jonas Gejel Hansen, skiftir frá TB til FC Helsingør, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark.

 

Jonas Gejel Hansen, sum eisini hevur spælt við Esbjerg, spældi í fjør við TB. Hann vann sær eisini fast pláss á miðvøllinum á U21 landsliðnum.

 

- Jonas er ein spennandi spælari, sum vit hava havt eyguni eftir í eitt ár ella so, sigur Janus Kyhl, stjóri í felagnum.

 

Hann leggur afturat, at felagið vónar at kunna hjálpa Jonas við at fáa sítt gjøgnumbrot í donskum fótbólti. Felagið hevur í vetur mist tveir miðvallara – har í millum Mads Laudrup. FC Helsingør spælir í næstbestu deildini í Danmark, sum nú telur nógvar føroyskar spælarar eftirhondini.

Mynd: (FC Helsingør)

Mynd: (FC Helsingør)

Mynd: (FC Helsingør)

Mynd: (FC Helsingør)

Mynd: (FC Helsingør)