U21 landsliðið móti Rumenia úttikið

Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen og Hallur Hansson eru ikki við

Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava úttikið føroyska U21-hópin til undankappingardystin ímóti Rumenia 5. mars

 

Mikudagin 5. mars skal føroyska U21-landsliðið í eldin aftur, tá føroyska liðið skal spæla næstseinasta dystin í hesari EM-undankappingini, sum verður á útivølli ímóti Rumenia.

 

Av tí at A-landsliðið er á venjingarlegu, eru Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen og Hallur Hansson ikki við. Tað er óiva ein dyggur smeitur fyri U21 landsliðið, sum spældi javnleik 2-2, tá liðini spældu á Svangaskarði.

 

Í hesum sambandi hava U21-venjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham úttikið hesar 18 spælararnar:

 

Kristian Joensen, NSÍ

Hallgrím G. Hansen, ÍF

Bárður Hansen, Víkingur

Hørður Askham, B36

Robert Heðin Brockie, B36

Pál Mohr Joensen, HB

Beinir Ellefsen, AB

Sørmundur Á. Kalsø, KÍ

Rene Joensen, HB

Rógvi Joensen, TB

Bogi R. Petersen, ÍF

Tróndur Jensen, HB

Brandur H. Olsen, FC København

Heðin Hansen, Víkingur

Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF

Árni Frederiksberg, NSÍ

Gunnar Zachariassen, EB/Streymur

Poul Ingason, HB