U21 landsliðið í hondbólti úttikið

So skal eitt føroyskt landslið aftur til grikkalands. Hesir manna U21 landsliðið í hondbólti

Komandi vikuskiftið skal U21-landsliðið hjá monnum í eldin í Grikkalandi. Liðið skal spæla tveir HM-undandystir í grikska býnum Nea Kios.

 

Fríggjadagin 9. januar klokkan 18.00 spæla Grikkaland og Føroyar. Leygardagin klokkan 18.00 spæla Føroyar móti Serbia.

 

So er spurningurin hvørja móttøku eitt føroyskt itróttarlandslið fær í Grikkalandi, eftir at A-landsliðið hjá monnum í fótbólti í november í fjør vann 1-0 á Grikkalandi í Athen?

 

Til uppgávuna hava landsliðsvenjararnir Kári Nielsen og Birgir Hansen úttikið 15 leikarar:

 

- Tóraldur Kollsker, Pætur Thomsen, Helgi Hoydal og Tróndur Arge úr H71

- Niklas Simonsen, Áki Egilsnes og Julian Olsen úr VÍF

- Kjartan Johansen, Pætur Johansen og Johannes Olsen úr StÍF

- Rói Berg Hansen og John í Innistovu úr Neistanum

- Hjalte Bachmann og Eirikur Simonsen úr Kyndli

- Allan Norðberg úr Ikast Hånbold