U21 landsliðsspælari til Skála

Leivur Joensen hevur í dag skift frá ÍF til Skála. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum í kvøld. Norðlýsið hevur í eina tíð sett nú fyrrverandi U21 landsliðsspælaran í samband við Skála.

 

Leivur Joensen, sum er høgri bakkur, hevur øll árini spælt við ÍF. Hann er hálvur skálamaður og er fluttur inn á Strendur at búgva, skrivar felagið á heimasíðuni. Tí er stutt til venjing komandi kappingarár hjá honum.

 

22 ára gamli høgri bakkurin er ein av fleiri, sum eru komnir til felagið til komandi kappingarár. Av øðrum kunnu nevnast André Olsen, Mamuka Toronjadze, Valeri Iobashvili, Andras Frederiksberg og Michal Przybylski.

 

Skála bleiv í fjør nummar átta, eftir ein góða fyrru hálvu. Eisini var liðið um reppið at koppa Víkingi í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Pauli Poulsen er venjari aftur í ár.