Rói Zachariassen og Andri Benjaminsen hava givið avboð til landsdystirnar móti Spania og Kasakstan. Í staðin hava venjararnir sent boð eftir Jákupi Nolsøe Olsen og Pæturi Skipanes, skrivar Fótbóltssambandið.
Fyrr í vikuni setti Sámal Erik Hentze navn á teir 21 spælararnar, ið eru úttiknir til EM-undankappingardystirnar hjá U21-landsliðnum ímóti Spania og Kasakstan. Men nú er greitt, at venjararnir verða noyddir til at síggja burtur frá málverjanum, Róa Zachariassen úr EB/Streymi, og Andri Benjaminsen úr B68.
Í staðin hava Bagge og Hegga sent boð eftir Jákupi Nolsøe Olsen úr ÍF, og Pæturi Skipanes úr NSÍ. Hósdagin 12. november spæla Spania og Føroyar í Marbella í Spania, og týsdagin 17. november skal føroyska liðið hitta Kasakstan. Hetta eru samstundis seinastu dystirnir í undankappingini til EM 2021.
##med2##
##med3##
##med4##
Hópurin:
Rói Mørk Hentze, B36
Jákup Nolsøe Olsen, ÍF
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Ari Olsen, Víkingur
Andrias Edmundsson, Aguilas F. C. (Spania)
Daniel Johansen, HB
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Ólavur Niclasen, KÍ
Pætur T. Skipanes, NSÍ
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Hannes Agnarsson, B36
Ragnar Samuelsen, B36
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Lukas Giessing, AB (Danmark)
Jonn Johannesen, KÍ
Stefan Radosavljevic, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Adrian Justinussen, HB
Pætur Petersen, HB
Hjalti Kárason Djurhuus, EB/Streymur
Støðan í bólki 6:
1: Spania 22 stig
2: Norðurmakedónia 14 stig
3: Ísrael 12 stig
4: Kasakstan 10 stig
5: Montenegro 7 stig
6: Føroyar 6 stig