U21 landsliðið stríddist fyrimyndarliga ímóti Pólandi

(FM1) Hoyr ein fegnan U21-landsliðsvenjara seta orð á góða 1-1 javnleikin á útivølli ímóti Pólandi

 

Sigrar geva sum oftast størri endurljóð enn javnleikir, men javnleikurin hjá føroyska U21-landsliðnum á útivølli í EM-undankappingardystinum ímóti Pólandi í Lubin var eisini eitt framúrskarandi úrslit.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr U21 landsliðsvenjaran, Eli Hentze seta orð á góða avrikið hjá U21 landsliðnum.

 

Eli Hentze viðgongur, at hepnið og gott málmansavrik gjørdu sítt, men hann slær fast, at hann er sera stoltur av sínum monnum, ið stríddust hart fyri einum harðvunnum javnleiki.

 

Pólski U21-landsliðsvenjarin, Czesław Michniewicz sum verður róptur "tann pólski Mourinho" er ein gamal vinmaður hjá Piotr Krakowski. Czesław Michniewicz lovaði Eli, at aftaná dystin - líka mikið úrslitið - so skuldi hann bjóða ein betri dropa aftaná dystin í Lubin ígjár. Men Eli sá einki til Czesław Michniewicz aftaná dystin, so tann dropin má bíða til eina aðru ferð.