Tað vóru nakrir troyttir U21 landsliðsspælarar, sum komu til Montenegro seint í gjár. Í dag hava teir frí og sleppa at njóta góða veðrið, men í kvøld byrja fyrireikingarnar til dystin týskvøldið.
- Eftir ein sera langan ferðadag í gjár, har leikarnir komu seint í song fríggjakvøldið eftir flotta avrikið móti Rumania, og skuldu tíðliga upp við pyjamasrutuni, so komu vit til Podgorice høvuðstaðin í Montenegro um átta tíðina í gjárkvøldið, greiðir Bill M. Jacobsen frá.
Eftir strævna túrin hava spælararnir fingið høvið at sova leingi í dag.
- Í morgun var sovið leingi. Síðan fóru spælararnir ein frískan rennitúr og fingu strekt út. Spælararnir hava fingið frí í dag og njóta tey 35 hitastigini, sigur Bill M. Jacobsen.
Fyrsta venjingin verður í kvøld, tá veruligu fyrireikingarnar til dystin týskvøldið byrja.
- Klokkan sjey í kvøld byrja fyrireikingarnar til dystin móti Montenegro, tá vit hava fyrstu venjingina. Í annaðkvøld venja vit so á leikvøllinum, sigur Bill M. Jacobsen.
Hóast tað er heitt um dagin, so verður ikki ómenniskjaligur hiti, tá dysturin verður bríkslaður í gongd.
- Veðurforsøgnin sigur okkum, at tað verða áleið 18 til 20 hitastig tá dysturin verður. Menn eru troyttir, men eingin skaði - so umstøðurnar eru optimalar, sigur Bill M. Jacobsen og leggur afturat, at U21 landsliðið býr væl.
Dysturin móti Montenegro verður týskvøldið klokkan 19.30 føroyska tíð.
Mynd: Hesa myndina hava vit fingið sendanum úr hitanum í Montenegro, har spælararnir sóla sær.










