U21 landsdysturin millum Føroyar og Írland er framskundaður til klokkan 18.30. Hann skuldi upprunaliga verða klokkan 19.00.
Sum skilst er tað vegna ljós, at dysturin er framskundaður. Tað er framvegis ógreitt hví hendan støðan er tikin so seint, tá tað ikki kann koma óvart á nakran hvussu leingi tað er ljóst á degnum.
Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum og byrjað verður at senda longu aftaná tíðindini klokkan 17. Til ber eisini at fylgja dystinum beinleiðis á in.fo.